Russland
| |||
Tjóðarslagorð: Onki | |||
Tjóðsangur: Государственный гимн Российской Федерации (Gosudarstvenny gimn Rossiyskoj Federatsii) | |||
Alment mál | Russiskt og fleiru mál | ||
Høvuðsstaður | Moskva | ||
Forseti | Vladimir Putin (Владимир Путин) | ||
Forsætisráðharri | Mikhail Mishustin (Михаил Мишустин) | ||
Fullveldi | 24. august 1991 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
17.098.246 km² 0,5 | ||
Íbúgvar - tilsamans 2021 - tættleiki |
146 171 015 8.4/km² | ||
Gjaldoyra | Rubel | ||
Tíðarøki | UTC +1 til +11 | ||
Økisnavn á alnetinum | .ru | ||
Telefonkota | +7
| ||
Russland er eitt sambandsríki í Evropa og Asia. Russland er verðins støsta land og hevur umleið 143 mió íbúgvar. Høvuðsstaður er Moskva og londinum hevur mark við 14 lond: Noreg, Finnland, Estland, Litava, Hvítarussland, Lettland, Pólland, Ukreina, Georgia, Aserbadjan, Kasakstan, Kina, Mongolia og Norðurkorea.
Søga
Fyri nøkrum árum síðan var Russland høvuðslandið í mikla kommunistaríkinum Sovjetsamveldinum. Tá ið kommunisman fall í 1991, lýstu stórir partar í Sovjetsamveldinum seg sum fræls ríki. Stjórnin í nýggja Russlandi roynir nú at laga landsins stýri til fólkaræði og umskipa og evna búskapin eftir vesturlendskum leisti.
Tá ið kommunisman kom til Russlands
Russland áðrenn kommunismuna
Áðrenn kommunistarnar tóku valdið í Russlandi, var tað eitt keisaraveldi, har Zarurin stýrdi. (Ein zarur: ein russiskur keisari). Í 1894 til 1917 ráddi Nikolaj t. 2 zarur í Russlandi. Zarurin var einaræðisharri í landinum, og soleiðis hevði verið síðan 1547, við tí fyrsta keisaranum Ivan 4. Í 1897 var Zar-veldið mett til at fevna um eini 1,8 milliónir limir. Flestu av hesum vóru góðseigarar, embætismenn og heryvirmenn. 90% av íbúgvunum búðu á bygd í bóndafamiljum, sum góðseigarar áttu og kundi gera við, hvat teimum lysti. 75% av íbúgvunum dugdu ikki at lesa, tí at tey ráðandi vóru bangin fyri, at tað fór at ávirka hugburð fólksins.
Russland gerst ídnaðarland og jarnbreytirnar í Russlandi
Tey ráðandi royndi fyrst at fáa gongd í ídnaðin í 1890’unum. Russland hevði góðar møguleikar fyri ídnaði, tí har fanst nógv ymiskt tilfeingi, sum kol, jarn og olja. Ein týðilig forðing fyri ídnaðarvøkstri var, at tað var trupult at flyta vøru úr einum staði í annað. Av hesi orsøk var avgjørt at byggja fleiri jarnbreytir, sum til dømis Tann Transsibiriska jarnbreytin, ið er úr Moskva til Vladivostok í Sibiria. Hendan var liðug í 1916, og er heimsins longsta. Tær skuldu harumframt eisini gera tað møguligt, at leggja eitt øki í Kina undir seg, at fáa fólk til at flyta til Sibiria at grava eftir málmi. Frakland veitti Russlandi lán til jarnbreytirnar, men tað vóru mest bøndurnir sum goldu fyri tær. Við tí nýggja ídnaðinum, komu fleiri fólk at arbeiða, og lívskorini vórðu betur, hóast verkafólkið enn hvørki slapp at stovna verkamannafeløg ella fara í verkfall.
1917 – kollveltingin eydnast
Undir fyrra heimsbardaga, var Russland millum annað í kríggj við Týsklandi. Á várið 1917, tá kollveltingin byrjaði, verður mett, at Russland longu tá hevði eitt tap uppá 7 mió. hermenn sum antin vóru falnir, særdir ella tiknir til fanga. Orsøkirnar til hendan stóra sorgarleikin eru tvær; tey høvdu ikki nóg góðan førleika og ein stórur manglandi dugur á krígsførslu. Hin orsøkin er, at tey høvdu ikki tíðarhóskandi amboð til samband sínámillum og ei heldur nóg góð vápn, nóg nógva føðslu, klæðir o.s.fr. Frá 1915 hevði Zarin persónliga leiðsluna av. Vanlukkurnar seinnameiri sóu fólkið sum ábyrgd Zarins. Fólkið misti myndugleikatrýgv til Zarin, og tey liðu hungursneyð og vóru køld. Fleiri bøndur vóru tiknir í herin, og kornframleiðslan minkaði. Tað viðførdi hungursneyð í landinum. Støðan gjørdist rættiliga hættislig, tá ið allur jarnbreytaflutningarnar steðgaði.
Februarkollveltingin
Í 1916 vóru yvir ein mió. arbeiðarar í verkfalli. Í mars 1917 kom mongdin av fólkum, ið vóru í verkfalli, í hæddina. Lívskorini gjørdist verri, tí alt breyð var uppi, og uppreistur brast á. Verkføllini og uppreistrinum vóru spontan, men eftir nakrar dagar, stovnsettu bøndurnir, ið vóru í verkfalli, og hermenninir eitt felag. Herleiðslan gav hermonnunum boð um, at seta seg upp ímóti uppreistrafjøldini og skjóta teir. Ístaðin skutu hermenninir yvirmenninar og fóru uppí uppreisturin. Eftir fáum døgum, hevði Zar-stýrið mist tamarhaldið á fólkinum. Nikolaj t. 2. noyddist at abdisera, tvs. hann fór frá valdinum.
Bolsjevikkar taka ræðið
Ymiskir politiskir flokkar vórðu loyniliga settir á stovn undir Zar-stýrinum, harímillum Bolsjevikkaflokkurin. (Bolsjevik=meiriluti). Flokkurin varð stovnaður av Vladimir Iljitsj Uljanov, betri kendur sum Lenin, ið er hansara dulnavn. Hann hevði ætlanir, um at drepa zarin, men tað týdningarmesta helt hann vera, at stovna ein flokk, ið setti limunum strong krøv, so flokkurin gjørdist betri førur fyri at megna at kollvelta samfelagið.
Lenin hevði ætlanir um, at kollvelta allan heimin, og vildi byrja við sosialistisku kollveltingini í Russlandi. Tað helt hann vera skilagott, tí hann var vísur í, at fólkið hevði fingið ein annan politiskan hugburð aftaná februarkollveltingina. Hann megnaði at sannføra Bolsjevikkaflokkin til sín framtakshugaða politikk. Í 1917 var Bolsjevikkaflokkurin einans ein lítil flokkur á uml. 25.000 limir, men í 1917 var limatalið økt til tað tíggjufaldaða, við slagorðunum: “Friður, jørð og breyð”. Flokkurin hevði meirilutan í teimum týdningarmestu sovjettunum (ráðum). Stjórnin við Lenini á odda varð tilnevnd, og har vóru millum aðrar eisini Trotskij og Stalin í. Valið til nýggja tjóðartingið hilnaðist illa hjá flokkinum, tí teir fingu bert ein fjórðing av atkvøðunum. Aðrir sosialistiskir flokkar fingu meira, men Lenin noktaði at leggja frá sær valdið, og í januar 1918 tók hann tjóðartingið av, og gjørdi, at aðrir flokkar vórðu bannaðir.
Landafrøði
Russland, ið er størsta land í heiminum, er í tveimum heimspørtum (Evropa og Ásia) og er um næstan hálva jørðina. Av tí at veðurlagið er bítandi kalt, og náttúra og landslag eru soleiðis lagað, at ikki ber til hjá fólki at búseta seg nógvastaðni, er hetta stóra ríkið ógvuliga strálbygt. Men soleiðis er ikki allastaðni, í vestara og syðra parti er nógv fruktagóð jørð, og víða um í ríkinum eru mong steinsløg í jørðini og ovurstórt náttúrutilfeingi.
Uralfjøll eru mark ímillum evropeiska og ásiatiska partin í Russlandi. Tveir triðingar av fólkinum, 100 milliónir, búgva vestan fyri Uralfjøll. Mesta fólkið í evropeiska partinum í Russland býr í stórum býum, til dømis Moskva (høvuðsstaði landsins) og St. Pætursborg ella á víða slættlendinum fram við Volga.
Nógv steinsløg eru í undirgrundini. Mesti landbúnaðurin í Russlandi er eisini evropeiskumegin, fyri norðan verða dyrkað hveiti og onnur kornsløg, fyri sunnan, har lýggjari er, verða dyrkað tubbak, aldinfrukt og mangt annað.
Russland er tað kaldasta landið í øllum heiminum. Í mestsum øllum Siberia, ið er russiski parturin í Ásia, er bítandi kalt um veturin. Norðari partur eru frostmýrar. Her hevur jørðin nógvastaðni verið fryst síðan seinastu ístíð. Sunnan fyri frostmýrarnar er heimins størsti nálaskógur (Teiga), og syðri eru turru grasfløturnar, steppur, ið eru besta landbúnðarjørðin í Russlandi.
Fólkið
Heilsa
Fjórði hvør russiskur maður doyr, áðrenn hann er komin miðskeiðis í 50-árini, og ein av stóru orsøkunum til stuttu lívstíðina er vodka. Tað kemur fram í eini kanning, sum varð almannakunngjørd í januar 2014. [1] Meir enn 150.000 russiskir menn luttóku í kanningini, sum vísir, at russiskir menn liva óvanliga stutt, fyrst og fremst teir, sum søgdu seg drekka tríggjar ella fleiri hálvlitursfløskur av vodka um vikuna. Deyðsorsøkirnar millum menn í 50-árunum vóru í stóran mun alkoholeitran, vanlukkur, harðskapur og sjálvmorð umframt sjúkur so sum háls- og livrakrabbi, tuberklar, lungnabruni og livrasjúkur. Russiska deyðatalið hevur verið ógvuliga skiftandi tey seinastu 30 árini í tráð við, at rúsdrekkapolitikkurin og sosialur stabilitetur broyttist undir forsetunum Mikhail Gorbatjov, Boris Jeltsin og Vladimir Putin, og fremsta orsøkin til hesi stóru skiftini er vodka. Meðan til dømis deyðatalið millum bretskar menn er minkað støðugt síðani 1980, fyrst og fremst tí so nógvir menn hava lagt av at roykja, hevur russiska deyðatalið verið upp og niður og ofta ein endurspeglan av russisku rúsdrekkanýtsluni. Tá Mikhail Gorbatjov í 1985 herdi rúsdrekkalógina, minkaði rúsdrekkanýtslan nærum 25 prosent – og tað sama gjørdi deyðatalið. Og tá kommunisman í Sovjetsamveldinum so fall, fóru rúsdrekkanýtslan og deyðatalið upp aftur.
Í kanningini, sum varð kunngjørd í læknafrøðiliga blaðnum Lancet, spurdu granskararnir 151.000 menn um, hvussu nógv vodka teir drukku og um teir royktu, og síðani fylgdu teir hesum monnunum í nærum tíggju ár [2]. Næstan 8000 av teimum doyðu í hesum tíðarskeiðnum, og kanningin vísti, at vandin fyri at doyggja var nógv størri hjá monnunum, sum royktu og sum drukku tríggjar ella fleiri hálvlitursfløskur av vodka um vikuna, enn hjá monnum, sum royktu og bara drukku minni ein eina fløsku um vikuna.
Búskapur
Oljuídnaður
Russland er heimsins størsti framleiðari av olju, men nógv bendir á, at toppur er náddur fyri russiska oljuævintýrinum. Russland framleiddi 518 milliónir tons av ráolju í 2012 og var harvið heimsins størsti oljuframleiðari. Hóast framleiðslan vaks í 2012, so merkir hetta, at toppurin er náddur. Í 2012 vórðu framleidd 10,4 milliónir tons føt av olju um dagin, men vøksturin kann steðga í 2013 orsakað av tómum oljukeldum í Vestursibiria. Russland hevur sum mál at framleiða 10 milliónir tunnur av ráolju um dagin til 2020. Russiskir myndugleikar hava økt sín ognarlut í landsins oljuídnaði til meira enn 50 % eftir, at stóra almenna Rosneft gjørdi eina avtalu við bretska-russiska TNK-BP. Oljuprísurin vaks við 388 prosentum í árunum 2000 til 2008, um somu tíð sum Vladimir Putin var forseti Russlands í tvey tíðarskeið. Prísvøksturin var orsøkin til, at milliónir av russum fingu størri vælferð, og gjørdu um somu tíð Putin, sum í dag er forseti, sera vælumtóktan millum fólk. Men kortini skortar ikki uppá ávaringar um, at Russland er vorðið heft at oljuni, og at russiska fíggjarlógin er vorðin sera sárbar fyri broytingum í oljuprísinum. Sambært Alfa Bank var fíggjarlógin heft at einum oljuprísi uppá 117 dollararum fyri tunnuna fyri at fáa javnvág, sammett við 20-30 dollarar fyri tunnuna í árunum fram til 2007 [3].
Politikkur
Mannarættindi
Mannarættindafelagsskapurin, Amnesty International, óttast fyri størri valdsmisnýtslu og fleiri mannarættindabrotum eftir at stjórnin hevur handtikið yvir 200 mannarættindastríðsfólk og tíðindafólk í 2014[4]. Amnesty sigur, at hóphandtøkan er dømið um kúgandi politikkin hjá russiska stjórnini mótvegis fólkaræðuliga andstøðuni í landinum.
Talu- og skrivifrælsi
,,Álopini á mannarættindastríðsfólk og óheft tíðindafólk, sum hava verið seinastu tíðina, vísa vandan, sum hesi eru fyri í sambandi við arbeiði sítt,” segði Amnesty International í oktober mánaði í 2009 í sambandi við 2-áradagin fyri, at óhefta tíðindakvinnan Anna Politkovskaya varð myrd [5]. Harvið verður heitt á russisku myndugleikarnar um at steðga revsifrælsi fyri mannarættindabrot móti mannarættindastríðsfólki og fjølmiðlum. Í einum landi, har sjónvarp og fleiri aðrir fjølmiðlar eru stýrdir av statinum, er minni og minni pláss fyri óheftum tíðindaflutningi. Tey tíðindafólk, sum royna at arbeiða óheft, verða forðað í at fremja professionella arbeiði sítt og eru í vanda fyri hóttanum og at verða rættarsókt. Til dømis bleiv radiostøðin Ekho Moskvy fleiri ferðir biðin um at útflýggja útskriftir av sendingum sínum til skrivstovuna hjá statsadvokatinum í sambandi við kanningar av uppáhaldinum um, at støðin hevði sent víðgongd sjónarmið. Møguleikarnir fyri at bera fram atfinningarsom sjónarmið eru stigvíst og í alt størri mun blivnir avmarkaðir í Russlandi seinnu árini.
Í 2017 byrjaði rættarmál í russiska hægstarætti, ið skal banna Jehova vitnum, grundað á lóggávu móti yvirgangsvirksemi.[6]
Samkynd
Altjóða felagsskapurin fyri samkynd, tvíkynd og tvørkynd, ILGA, hevur samanborið rættindini hjá hesum minnilutabólkum. Í hesum sambandi hevur felagsskapurin sett ein lista upp upp við 46 punktum yvir ymisk øki, har munur er á javnrættindum hjá samkyndum, tvíkyndum og tvørkyndum, og øðrum fólkum. Bretland veitir heili 77 % av øllum ásettu rættindunum til sínar samkyndu, tvíkyndu og tvørkyndu borgarar. Tætt í hølinum á Stórabretlandi, eru flestu londini í Vesturevropa [7]. Longur eystur vit fara, verri verður støðan. Allar ringast stendur til í Russlandi, sum einans uppfyllir 7 % av ásetingunum hjá ILGA-Europe [8]. Men hetta yvirlitið er gjørt áðrenn lógin í 2013 kom í gildi, sum eitt nú bannar Pride-skrúðgongum og annars allar jaligari umtalu av samkyndum í Russlandi. Í St. Pætursborg og fleiri øðrum russiskum landspørtum eru lógir samtyktar, sum banna positivari umtalu av samdkyndleika. [9] Grundgevingin fyri tí lógini var, at hon skal verja ung og børn. Tískil verður russiska prosenttalið uttan iva enn lægri í 2014.
Fongsul
Russland eigur í 2014 tann ivasama heiður at hava heimsins næsthægsta tal av fangum - 800 000 - harav ein triðingur er ósekur sambært mannarættindabólkum (t.d. Amnesty International).
WTO
Russland fekk í 2012 formliga limaskap í Altjóða Handilsfelagsskapinum WTO. Samráðingarnar um russiskan limaskap í WTO hava verið sera truplar. Tær byrjaðu fyri 18 árum síðani, og hesi árini hava nógvir fundir verið. Tann 10. juli 2012 samtykti tjóðartingið í Moskva, at Russland skuldi fara upp í WTO.
Arktis
Í januar 2014 gav Vladimir Putin, forseti, boð um, at russiska verjan skuldi styrkja sína støðu í Arktis. Russisku myndugleikarnir hava gjørt av at skipa eina hernaðarliga miðstøð í Arktis, og málið við tiltakinum er at verja landsins arktisku áhugamál. Tann nýggja miðstøðin verður sett saman av einari herskipadeild, einari herdeild, sum serliga verður útgjørd til arktiska krígsførslu, einari loftverjudeild og so nøkrum bygningum, sum skulu hýsa umsitingarligum uppgávum. Herskipadeildin skal hava ábyrgdina av at verja tey russisku áhugamálini í Arktis so sum farmasigling, fiskiskap, olju -og gassleiðir og landsins mark norðanfyri [10].
Uttanríkispolitikkur
Føroyar og Russland
Handilsviðurskifti
Føroyar hava í nógv ár arbeitt við at betra um handilsviðurskiftini við Russland. Føroyar og Russland royndu í fleiri ár at fáa ein handilssáttmála landanna millum, men tað eydnaðist kortini ongantíð at koma endaliga á mál, tí Russland millum annað knýtti ætlaða WTO-limaskapin at handilssáttmálnum. Úrslitið var, at Føroyar gjørdu ein sáttmála við Russland, sum byggir á grundregluna hjá WTO um Most Favoured Nation Treatment. Sáttmálin kom í gildi í 2006 [13]. Roknað í mun til samlaða føroyska útflutningin fara góð átta prosent av øllum føroyskum útflutningi til Russlands, tað vísa tøl hjá Hagstovu Føroya [14]. Og ikki nokk við tí: seinastu árini er útflutningurin til Russlands nevniliga øktur við rúkandi ferð. Áðrenn 1992 útfluttu Føroyar als einki til Russlands. Og næstu nógvu árini sveiggjaði føroyski útflutningurin til henda risastóra marknað millum tríggjar og 40 milliónir krónur. Í 2005 fór føroyski útflutningurin til Russlands upp um 100 milliónir krónur, men tað var ikki fyrr enn í 2011, at tølini fóru beint upp í loft. Í 2011 útfluttu føroyingar fyri 420 milliónir krónur til russiska marknaðin og í 2012 útfluttu Føroyar fyri 463 milliónir krónur. Hesi bæði árini hækka tølini upp í 7,77 prosent av samlaða útflutninginum í 2011 og upp í 8,43 prosent av samlaða útflutninginum í 2012. Laksur var tað, sum Føroyar útfluttu mest av til Russlands í 2012. Samanlagt útfluttu føroyskar fyritøkur laks fyri 196 milliónir krónur til Russlands í 2012. Næst á listanum var sild, tí í 2012 keyptu russar sild úr Føroyum fyri 123 milliónir krónur. Á triðja plássi kom makrelur við 61 milliónum krónum.
Undir árliga ST-aðalfundinum í 2012 nýtti løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, høvi at hava fund við russiska uttanríkisráðharran, Sergey Lavrov [15]. Á skránni fyri fundin vóru handilsviðurskiftini millum Føroyar og Russland. Føroyski útflutningurin til russiska marknaðin er vaksandi, og ynski er frá føroyskum vinnulívi at fáa betri marknaðaratgongd. Landsstýrið arbeiðir tí fyri at at fáa ein nýggjan handilssáttmála í lag, og er hetta fyrstu ferð, at handilsviðurskiftini landanna millum, eru umrødd á ráðharrastigi. Á fundinum legði løgmaður dent á tað søguliga samstarvið millum Føroyar og Russland, og vísti á góða samstarvið á fiskivinnuøkinum, og at Føroyar vóru millum fyrstu londini í Vesturheiminum, sum gjørdu fiskivinnusáttmála við táverandi Sovjetsamveldið. Samskifti hevur áður verið millum Føroyar og Russland um ein nýggjan handilssáttmála, men russar vóru ikki sinnaðir at samráðast um nýggjan sáttmála fyrr enn Russland gjørdist limur í WTO. Fleiri enn 30 lond ynskja at gera fríhandilssáttmála við Russland í 2012; løgmaður og uttanríkisráðharrin Lavrov samdust um at byrja eina tilgongd, har fyrsta stigi er, at landsstýrið letur russisku stjórnini eina formliga áheitan um nýggjan handilssáttmála. Í hesum sambandi segði løgmaður: ”Ein nýggjur handilsssáttmáli við Russland hevur stóran týdning fyri okkara útflutning. Men vit mugu gera okkum greitt, at tað kann ganga rúm tíð áðrenn ein sáttmáli gerst veruleiki" [16].
Sendistovan
Føroyar fáa sendistovu í Moskva í 2014 [18]. Løgmaður vil styrkja handilsviðurskiftini við Russland, og tí sambandi vil løgmaður hava eina sendistovu Moskva. "Sendistovan í Russlandi verður eitt týdningarmikið amboð hjá Føroyum at styrkja handilsviðurskiftini við Russland og onnur eystanlond", segði Johannesen. "Russland hevur alsamt størri týdning fyri Føroyar og landsstýrið staðfestir, at tað er týdningarmikið at vit hava okkara egnu umboð á staðnum, sum tryggjar støðugt samband og samstarv við russiskar myndugleikar og tollsamgongur um marknaðaratgongd og um at fáa fríhandilssáttmála", sigur landsstýrið. Í hesum sambandi hugsar landsstýrið sær, at føroysk umboð í Moskva skulu byggja upp gott samband við matvørumyndugleikar, tollmyndugleikar, vinnufeløg, myndugleikar og politikarar í Moskva, Kiev, Minsk, Kaliningrad, Astana, Murmansk og Arkhangelsk [19]. Landsstýrið segði, at Vinnuhúsið tekur undir við ætlanini at hava føroyska sendistovu í Moskva. Áhugin fyri at keypa fiskavørur úr Føroyum er vaksandi í hesum londum, serliga fáa Russland og Ukreina størri og størri týdning fyri føroyskan útflutning, eina mest uppisjóvarfisk og laks. Landsstýrið sigur, at tí er neyðugt at bøta um marknaðaratgongdina hjá føroyskum útflytarum.
"Hetta er ein stórur dagur fyri føroyskan uttanríkispolitikk. Sendistovan í Russlandi verður eitt týdningarmikið amboð hjá okkum at styrkja handilsviðurskiftini við Russland og onnur eystanlond. Málið er at fáa sendistovuna at virka í 2014", sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður. Føroyar hava í 2013 sendistovu í Keypmannahavn, London, Reykjavík og Brússel. Sendistovan í Moskva verður sostatt fimta sendistova Føroya úti í heimi [20]. Hesar sendistovurnar kosta áleið 12,5 milliónir krónur at reka árliga. Og nú verða tvær milliónir árliga afturat til sendistovu í Russlandi. Sendistovan fer at kosta góðar 3,25 milliónir krónur. Í fyrstu syftu bendi á, at fíggjarnevndin ikki var serliga fyri ætlaninum hjá løgmanni. Fíggjarnevndin læt bara 500 000 DKK til endamálið. Fíggjarnevndin hevur í 2012 broytt støðu, og við triðju viðgerð av uppskotinum fer løgtingið at játta 3,25 milliónir krónur.
Landsverja
Herurin hevur altíð verið stoltleiki Russlands, men so er ikki longur. Herurin fær ringa fígging, og tann fyrr so stolti russiski herurin er um at detta sundur. Teir herskyldigu verða kúgaðir og yvirmenninir eyðmýktir. Á hvørjum ári verða 300 000 ungir menn kallaðir inn til hertænastu, men stúranin fyri harðskapi og fyri at verða sendir til Kekenia hevur gjørt tað at sleppa undan hertænastu til eina tjóðarítrótt. Fleiri enn 3 000 hermenn doyggja av harðskapinum, sum gjøgnumsúrgar allan herin.
Eitt sindur um Russland
- Russland er heimsins størsta land.
- Russland hevði stóran leiklut í 2. verðinskríggji.
- Russland er m.a kent fyri Sovjetsamveldið.
- Russland er býtt upp í 5 partar.
- Russland er í tveimun heimspørtum: Evropa og í Ásia.
- Í slættaumráðinum dyrkast: Korn, eplir og Sukur.
- Hægsta fjall er Elbrus sum er 5642 m høgt.
- Størsta vatnið er Bajkalvatn sum er 31 468 km2.
- Í Russlandi eru fleiri muslimar enn í Jordan og Libia tilsamans.
- Í høvusstaðnum Moskva er kenda: Reyða Torgi.
- Í vestara og syðra parti er fruktagóð jørð, men víða um í landinum er steinlendi.
- Í Russlandi kann tað gerast ræðuliga kalt, tí landið er so nær við Norðurpólin.
Mentan
Tónleikur, dansur og ballett
Russlands mongu fólkasløg hava hvør sínar serstøku siðvenjur innan fólkatónleik. Í 19. øld var tað ein kapping í tí russiska tónleikalívinum millum «Teir fimm» (Mili Balakirev, Aleksandr Porfirjevitj Borodin, César Cui, Modest Mussorgskij, Nikolaj Rimskij-Korsakov) og Mikhail Glinka øðrumegin, og teir meira afturhaldssinnaðu Nikolaj og Anton Rubinstein hinumegin. Seinni kom Pjotr Tsjajkovskij, ein av teimum kendastu romantikarunum. Tann russiska romantiska siðvenjan varð førd víðari av Sergej Rakhmaninov inn í 20. øld.
Í 20. øld var Rakhmaninov, Aleksandr Skrjabin, Igor Stravinskij, Sergej Prokofjev og Dmitrij Sjostakovitsj russiskir komponistar í heimsflokki. Í sovjettíðini var tann klassiski tónleikurin í Russlandi undir strongum eftirliti, og var gjarna rættiliga konservativur í tráð við doktrinini um sosialistiska realismu.
Russland hevur uppalt fleiri heimskendir konsertsolistar: violinistin David Ojstrakh, cellistin Mstislav Rostropovitsj, pianistarnir Vladimir Horowitz, Svjatoslav Richter og Emil Gilels, og sopranin Galina Visjnevskaja.
Pjotr Tsjajkovskij var maðurin handan kendastu ballettirnar við Svanavatninum, Nøtuknekkaranum og Tornerósu. Tíðliga í 20. øld gjørdist ballettdansararnir Anna Pavlova og Vatslav Nizjinskij heimskendar, og seinni varð siðvenjan førd víðari av dansarum sum Maja Plisetskaja, Rudolf Nurejev og Mikhail Barisjnikov. Bolsjoj í Moskva og Mariinskij í St. Pætursborg eru heimskendir ballettpallar.
Innan poptónleikin hevði bólkurin Akvarium kultstatus frá 1970-árunum og heilt til nýggjari tíð, við skiftandi limum. Undir glasnost kundu teir eitt stutt skifti útgeva teirra tónleik á tí statsliga plátufelagnum Melodija, eftir at hava tikið upp ólógliga síðan 1972. Støðan hjá hesum orkestrinum í tí seinasta partinum av Sovjet-tíðarskeiðnum kann samanberast við støðuna hjá Beatles í Vesturheiminum um somu tíð, meðan tann mest týðandi vísusangarin tá var Vladimir Vysotskij. Í dag er gentuduo'in T.A.T.u. Russlands størsta tónleikaliga útflutningsvøran. Av russiskum rock-orkestrum er Mumij Troll kendir og hava ein rættiliga stóran skara av fjepparum í Skandinavia.
Ítróttur
Av holdítrótti er íshockey millum best umtóktu í Russland. 21 av 24 lið í Kontinental Hockey League eru russisk, og tað russiska landsliðið hevur havt stóra sukse í altjóða meistaraskapum, eitt nú við gull í HM í 2009.Fyrr var íshockeylandsliðið hjá Sovjetsamveldinum heimsins besta við sjey gull, einari silvur og einari bronsu av 9 olympiskum kappingum. Tað mest vinnandi russiska íshockeyfelagið hevur verið CSKA Moskva, sum eisini vann Europacup 20 av 22 ferðum í tíðarskeiðnum 1969-90.
Russlands harrelandslið í fótbólti var pr. september 2009 á einum sættaplássi á listanum hjá FIFA um heimsranking. Í Euro 2008 vann liðið bronsuheiðursmerki, tað var besta plasering síðan Sovjetsamveldið fall. Tað góða spælið í meistaraskapinum gjørdi eisini at fleiri russiskir leikarar nú spældu í evropiskum toppliðum, hetta er eitt nú galdandi fyri Jurij Zjirkov í Chelsea og Andrej Arsjavin í Arsenal. Hóast tað, so er russiska meistaradeildin pengasterk og heldur eitt høgt støði, og tí spæla teir flestu landsliðsleikararnir í heimlandinum. Tradisjonelt hava Moskva-feløgini CSKA, Lokomotiv, Spartak og Dynamo verið tey sterkastu, men tey seinastu árini hevur Zenit úr St. Pætursborg bjóða sterku moskovittunum av.
Av einstaklingaítróttargreinunum hevur tennis verið best dámt síðan 1990-árini, nakað sum í stóran mun kann sigast at skyldast stóra áhugan hjá fyrrverandi forseta Russlandsm Boris Jeltsin, fyri hesum ítróttinum. Seinastu árini hava teir bestu russisku tennisleikararnir verið í heimsflokki, við leikarum sum Jevgenij Kafelnikov hjá monnunum og Anastasija Myskina, Anna Kurnikova og Marija Sjarapova hjá kvinnunum. Innan vetrarítrótt hevur Russland havt stóra sukse við langrenning, kanska serliga hjá kvinnunum. Jelena Välbe og Ljubov Jegorova vóru tær mest eyðsýndu í 1990-árunum, seinni komu eitt nú Larisa Lazutina, Julija Tsjepalova og Jevgenija Medvedeva-Abruzova. Hjá monnunum hava eitt nú Aleksej Prokurorov og Mikhail Ivanov havt sera góð úrslit. Tann etniski russarin Vladimir Smirnov hevði eisini sukse í 1980-árunum og 1990-árunum, men valdi at kappast fyri Kasakhstan eftir at Sovjetsamveldið varð upployst.
Tilsamans hevur Russland vunnið 323 heiðursmerki í summar-OL og 76 heiðursmerki í vetrar-OL (íroknað Tað russiska keisararíki til og við 1912). Harafturat kemur Sovjetsamveldið við tilsamans 1204 heiðursmerkjum (bæði summar og vetur) tíðarskeiðið 1952-88, og SUS við 135 heiðursmerkjum í 1992. Um man leggur alt hetta saman, so er Russland á øðrum plássi, næst eftir USA, í samlaðum tali av heiðursmerkjum frá øllum olympiskum leikum. Um tað bert verður hugt at heiðursmerkjum, sum ítróttafólk úr russisku føderasjónini hava vunnið síðan Russland gjørdist sjálvstøðug tjóð frá og við 1994, so kemur Russland á eitt fimtapláss.
Russland (sum tá var ein partur av Sovjetsamveldinum) fyriskipaði summar-OL í 1980. Leikirnir vóru hildnir í Moskva, men minkaðu orsakað av altjóða boykottinum av Summar-OL 1980, har fleiri lond valdu ikki at luttaka. Vetrar-OL 2014 vóru hildnir í Sotsji í útsynningsparti Russlands.
Russland verður eisini vertur fyri HM í fótbólti í 2018.[21]
Bókmentir
Í 18. øld, í russisku Upplýsingarøldini, mentist russikar bókmentir við verkum eftir Mikhail Lomonosov og Denis Fonvizin. Fyrst í 19. øld byrjaði ein tjóðskaparlig nýmótans siðvenja, har ið nakrir av teimum størstu rithøvundum í søgu Russlands útgóvu síni verk. Hetta tíðarskeiðið er eisini kent sum Gulløldin hjá Russiskum skaldskapi og byrjaði við Alexander Pushkin, ið verður sæddur sum stovnarin av tí nýggja russiska bókmentamálinum og verður ofta nevndur hin "Russiski Shakespeare".[22] Tíðarskeiðið helt fram inn í 19. øld við yrkingum eftir Mikhail Lermontov og Nikolay Nekrasov, sjónleikir eftir Alexander Ostrovsky og Anton Chekhov, og prosa eftir Nikolai Gogol og Ivan Turgenev. Leo Tolstoy og Fjodor Dostojevskij eru blivin ummæld av bókmentafrøðingum sum teir størstu skaldsøguhøvundarnir gjøgnum allar tíðir.[23][24]
Í 1880-árunum var øldin við teimum stóru skaldsøguhøvundunum farin og stuttsøgur og yrkingar gjørdist tær dominerandi sjangrurnar. Tey komandi áratíggjuni gjørdist kend sum, Silvurøldin við russiskum yrkingum, tá symbolisman kom í staðin fyri tað fyrr so dominerandi bókmentaligu realismuna. Nakrir av kendastu rithøvundunum frá hesum tíðarskeiðnum eru Valerij Brjusov, Vjatseslav Ivanov, Alexandr Blok, Nikolaj Gumiljov og Anna Akhmatova, og skaldsøguhøvundarnir Leonid Andrejev, Ivan Bunin, og Maksim Gorkij.
Keldur
- ↑ http://www.reuters.com/article/2014/01/31/us-russia-vodka-idUSBREA0U01120140131
- ↑ http://www.bbc.co.uk/news/health-25961063
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-07-04. https://web.archive.org/web/20130704194153/http://uk.reuters.com/article/2013/01/02/uk-russia-oil-idUKBRE90107X20130102. Heintað 2013-01-09.
- ↑ http://www.amnesty.no/aktuelt/over-200-demonstranter-arrestert
- ↑ http://www.amnestyusa.org/our-work/cases/russia-anna-politkovskaya
- ↑ https://www.washingtonpost.com/world/europe/russias-supreme-court-upholds-ban-on-jehovahs-witnesses/2017/04/06/6b7432ac-1ae8-11e7-8598-9a99da559f9e_story.html?utm_term=.90367b2fb664
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-04-23. https://web.archive.org/web/20140423111740/http://thegayuk.com/magazine/4574334751/NEWS-UK-Tops-The-List-Of-Best-Place-For-LGBT-People-To-Live-In-Europe/5691495. Heintað 2014-03-11.
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-08-15. https://web.archive.org/web/20130815175921/http://www.independent.com.mt/mobile/2013-05-20/news/gay-marriage-a-step-too-far-for-malta-1634992129/. Heintað 2014-03-11.
- ↑ http://www.gaysir.no/artikkel.cfm?CID=15219[deyð leinkja]
- ↑ http://thediplomat.com/2014/02/russia-to-establish-arctic-military-command/
- ↑ http://www.nordlysid.fo.php53-6.dfw1-1.websitetestlink.com/tad+lysir+i+eystri.html
- ↑ http://docreader.readspeaker.com/docreader/index.php?jsmode=1&cid=btsjm&lang=en_us&url=http%3A//www.tinganes.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx%3FFile%3D%252fFiles%252fFiler%252fPHJ+f%2526iacute%253blur%252fKopi+af+Import+Export+Russia+FO.pdf&referer=http%3A%2F%2Fwww.tinganes.fo%2FDefault.aspx%3FID%3D10768%26PID%3D10768%26NewsID%3D5405%26Action%3D1&v=
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-08-13. https://web.archive.org/web/20140813042059/http://www.in.fo/news-detail/news/tad-lysir-i-eystri/. Heintað 2014-03-11.
- ↑ http://aktuelt.fo/handilsstongsulin+russland+tridstorsti+markadur+hja+foroyum.html#.Ux9sleddXv0[deyð leinkja]
- ↑ http://www.us.fo/Default.aspx?ID=11242&M=News&PID=24224&NewsID=4742[deyð leinkja]
- ↑ http://www.us.fo/Default.aspx?ID=11242&M=News&PID=24224&NewsID=4742[deyð leinkja]
- ↑ http://www.nordlysid.fo.php53-6.dfw1-1.websitetestlink.com/tad+lysir+i+eystri.html
- ↑ http://kvf.fo/greinar/2013/12/18/foroyar-faa-sendistovu-i-moskva
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-08-13. https://web.archive.org/web/20140813035226/http://www.in.fo/news-detail/news/foeroysk-sendistova-i-moskva-naesta-ar/. Heintað 2014-03-11.
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-08-31. https://web.archive.org/web/20140831204440/http://nordlysid.fo/foroyar+faa+sendistovu+i+moskva.html. Heintað 2014-03-11.
- ↑ http://www.fifa.com/newscentre/news/newsid=1344497.html Vitjað 2. desember 2010
- ↑ Bók: Kelly, C, Russian Literature: A Very Short Introduction (Paperback), Oxford Paperbacks, ISBN 0-19-280144-9, 2001
- ↑ "Russian literature; Leo Tolstoy". Encyclopædia Britannica. http://www.britannica.com/EBchecked/topic/513793/Russian-literature. Heintað 11 April 2008.
- ↑ "time.com". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2008-12-21. https://web.archive.org/web/20081221214910/http://www.time.com/time/magazine/article/0,9171,943893,00.html. Heintað 2014-04-14.
Slóðir
- Economic data of Russia Archived 2019-02-21 at the Wayback Machine