Jump to content

Plátuspælari

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Grammofon)
Grammofon frá 1907.
Grammofon frá 1930'unum.
B&O-plátuspælari frá 1981.

Plátuspælari er tól, sum endurskapar ljóð úr eini langari, samanhangandi foyru á eini plátu.

Thomas Edison uppfann fonografin í 1877, har foyran er løgd á ein súlindara.

Í 1887 uppfann Emile Berliner gramofonina (úr forngrikskum γράφειν gráphein, skriva, og φωνή phōné, ljóð), sum trokaði fonografin burtur fyrst í 1900-talinum.

Á føroyskum verður orðið plátuspælari brúkt um nýggjari, elektrisk tól, meðan gomul tól vanliga verða nevnd við gamla heitinum grammofon.

Pláturnar hava 4 ymiskar snúðningsferðir, 78, 45, 33 ella 16 snúðningar um minuttin. Fyrst í 1900-talinum vórðu 78-plátur tær einastu. Men seinni vóru tær trokaðar burtur av 45 og 33. 16 bleiv ongantíð serliga vanligt.

78-pláturnar eru gjørdar úr skellakki, meðan 45- og 33-plátur eru gjørdar úr vinyli. Millum annað av tí at skellakk og vinyl eru sera ymisk í herðslu, skulu pláturnar hava rættiliga ymiskar nálir.

Í oktober 1982 komu feløgini Philips og Sony á marknaðin við Compact Disc, stytt CD og ofta nevnt fløga á føroyskum. Hendan mundi troka plátuna burtur síðst í 1990'unum, men plátan er blivin eitt sindur vanligari nú, enn hon var fyrst í hesi øldini.


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið