Jump to content

Monmouth

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
The printable version is no longer supported and may have rendering errors. Please update your browser bookmarks and please use the default browser print function instead.
Monmouth

Monmouth (Walisisk: Trefynwy = "býurin við Monnow") er ein býur í landssynningspartinum av Wales. Býurin liggur, har ið áirnar Monnow og Wye møtast, umleið tríggjar kilometrar frá markinum til Onglands. Býurin liggur 58 km í ein landnyrðing av Cardiff og 204 km vestan fyri London. Býurin liggur í Monmouthshire. Í 2001 búðu 8.877 fólk í Monmouth.

Í rómaratíðini lá ein borg her, sum nevndist Blestium. Eftir 1067 vaks býurin upp kring normannaraborgina, sum verður nevnd Monmouth Borgin (Monmouth Castle). Miðaldarbrúgvin á borgini, Monnow Brúgin er tann einasta av sínum slag, ið er eftir í Stóra Bretlandi. Seinni kom borgin at hoyra til Lancaster ættina, og Henrik 5. av Onglandi bleiv føddur her í 1387. I 1536 gjørdist býurin høvuðssæti hjá fyrisitingini í Monmouthshire.

Seinni gjørdist býurin ein miðdepil fyri ferðavinnu í Wye Dalinum, og harumframt eisini til ein marknaðarbý.

Søga

Monmouth Borgin
Standmynd til minnis um Charles Rolls

Útgrevstur, sum Monmouth Archaeological Society hevur staðið fyri, fram við Monnow Street, hava avdúkað eitt ríkidømi av kunning um ta elstu søguna hjá býnum. Council for British Archaeology hevur útnevnt býin sum ein av topp 10 býum í Stóra Bretlandi, sum eru verdir at vitja tá talan er um fornaldarfrøði.

Rómaratíðin

Tað fyrsta niðursetustað, ið man kennir til í Monmouth, er rómverska borgin Blestium. Henda borg var forbundin við aðrar partar av Rómararíkinum við vegum, sum førdu til teir størri býirnar Glevum og Isca Augusta. Fornfrøðingar hava funnið pottaskar og myntir í miðbýnum. Í tí seinni rómaratíðini, frá 2. øld til 4. øld, sær tað út til at býurin hevur verið miðdepil fyri jarnsmíð.

Miðøld

Eftir at Rómaraveldið endaði í Bretlandi, var Monmouth økið í syðra endanum av walisiska kongadøminum Ergyng (5. - 7. øld). Tað einasta prógvið fyri at fólk framhaldandi hava búð í Monmouth alla hesa tíðina er ein tekstur um eina kirkju í økinum í 7. øld. Tað er óvist hvar ið kirkjan var, men hon var í býnum, og so var hon ognað walisiska halgimenninum Cadoc. Í 1056 var økið lagt í oyði av walisiska prinsinum Gruffydd ap Llywelyn, tá hann var á veg í herna saman við einum heri av walisum, saxonarum og dønum fyri at niðurberja Ralph, jarlin av Hereford.[1] Edvard 2. av Onglandi sat eitt styttri tíðarskeið í fongsli í Monmouth Borgini, eftir at kona hansara, Isabella, og elskari hennara, Roger Mortimer, høvdu sett hann frá trúnuni.

Tíðin eftir miðøld

Í 1536 innførdi Henry VIII eina røð av lógum, sum síðan hava verið nevndar Laws in Wales Acts 1535–1542. Hesar lógir avtóku valdið hjá teimum sonevndu Marcher Lords og sameindi fyrisitingina av Onglandi og Wales. Eitt nýtt shire (fyrisitingarlig eind) var grundlagt, sum fevndi um økið vestanfyri Gloucestershire og Herefordshire, og Monmouth gjørdist county býur í hesum sonevnda shire, tvs. eitt slag av høvuðsæti hjá fyrisitingini. Býurin fekk umboðan í Enska Parlamentinum um somu tíð. Í 1605 gav James I Monmouth eitt sokallað town charter, sum er eitt lógarskjal, sum grundleggur eina kommunu, hetta var gjørt við tí sonevnda letters patent. Á einum korti yvir Monmouth, sum John Speed teknaði í 1610, líkist býurin rættiliga nógv sær sjálvum, sum hann sær út í dag, tá hugsað verður um høvuðsgøturnar, borgina og brúnna. Høvuðsgøtan Monmouth Street var gjørd sum ein typisk marknaðargøta, hon var sera breið í miðjuni, fyri at fáa pláss til sølubúðir, og smøl í báðum endum, soleiðis at fenaður ikki kundi sleppa til rýmingar.

Monmouth Skúli var stovnaður av William Jones í 1614. Monmouth Borgin skifti eigara tríggjar ferðir undir enska borgarakrígnum, og Oliver Cromwell kom framvið á hansara leið fyri at endurtaka Chepstow Borgina og kringsetti Pembroke Borgina í 1648.[2] Monmouth Borgin kom illa frá krígnum, men sjálvur býurin vaks í ríkidømi. Great Castle House (Stóra Borghúsið), bygt í 1673, er nú sætið hjá Royal Monmouthshire Royal Engineers, sum et tað elsta regimentið í bretska herinum. Shire Hall varð bygt í 1724 og varð brúkt til teir lokalu Assizes, sum var eitt slag av rættarhølum (hetta varð brúkt líka til 1972). Økið frammanfyri bygningin virkaði sum býarmarknaður.

Seinast í 18. øld var býurin blivin vælumtókt ferðamál hjá fólki, sum fóru ein túr sum nevnist "Wye Tour", tað er ein bátatúrur sum tekur tey vitjandi framvið tí vakra Wye Dalin, har fólk kundu njóta tað avbera vakra útsýni til Ross-on-Wye, Goodrich, Tintern, Chepstow og onnur støð. Skøldini William Wordsworth, Samuel Coleridge, og Robert Southey, umframt listamannin J. M. W. Turner, vóru millum teirra sum vitjaðu økið. [3]

19. og 20. øld

Admiral Nelson vitjaði Monmouth í 1802. Hann visti, hvussu stóran týdning tað hevði við stórum skógarøki har um leiðir, og at økið kundi veita við til bretsku sjóverjuna. Seint í 19. øld og tíðliga í 20. øld hevði Monmouth tætt samband við Rolls familjuna, sum bygdi eitt stórt hús á The Hendre beint uttanfyri býin. Í 1904 stovnaði Charles Rolls eina nýggja bilfyritøku saman við Henry Royce, men í 1910 læt hann lív í einari flogvanlukku bert 32 ára gamal. Ein standmynd er reist til minnis um hann á Agincourt Square í Monmouth.

Keldur

  1. "Mounmouth-south.co.uk, A Brief History of the Town of Monmouth". http://www.monmouth-south.co.uk/South_Monmouth_Weather_Station/Brief_History.html. Heintað 2012-03-28. 
  2. Peter Gaunt, Oliver Cromwell, Oxford, Blackwell, 1996, síða 93. ISBN 0-631-18356-6
  3. Elisabeth Whittle, "All These Inchanting Scenes: Piercefield in the Wye Valley", Garden History, Vol. 24, No. 1 (Summer 1996), síðurnar 148–161.

Slóðir úteftir

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið