Jump to content

Wye

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Wye áin við Hay-on-Wye, tætt við markið millum Ongland og Wales.

Wye er fimtlongsta á í Stóra Bretlandi. Niðari parturin av ánni, teir seinastu 26 km millum bygdirnar Redbrook og Chepstow, er samstundis markið millum Ongland og Wales. Áin er eitt týdningarmikið náttúru økið og er eitt vælumtókt ferðavinnumál. Eitt útsýnisstað nærhendis The Biblins on the Wye verður nevnt "Trý counties útsýni", tí at tað liggur har sum Herefordshire, Gloucestershire og Monmouthshire møtast. Fleiri áir renna saman við Wye, tær størstu av hesum eru Lugg og Monnow. Áin Wye verður ofta nýtt til kano- og kajakk kappróður. Trý róðrarfeløg halda til við ánna. Hesi róðrarfeløg eru í Hereford, Ross-on-Wye og Monmouth. Árligar stevnur við kappróðri verða hildnar í Ross og Monmouth.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið