Borneo
Staðfrøði í Borneo | |
Jarðfrøði | |
---|---|
Staður | Landsynningsásia |
Koordinatar | 01°N 114°E / 1°N 114°ECoordinates: 01°N 114°E / 1°N 114°E |
Oyggjabólkur | Greater Sunda Islands |
Vídd | 743.330 km2 (287.000 sq mi) |
Vídd-nr. | 3 |
Hægsta upphevjan | 4.095 m (13.435 ft) |
Hægsta punkt | Kinabalu |
Land | |
Umdømi |
Belait Brunei og Muara Temburong Tutong |
Landslutir |
Vestur Kalimantan Mið Kalimantan Suður Kalimantan Eystur Kalimantan Norður Kalimantan |
Lutstatir og samveldisøki |
Sabah Sarawak Labuan |
Fólkafrøði | |
Fólkatal | 19,804,064 (pr. 2010) |
Tættleiki | 21,52 /km2 (55,74 /sq mi) |
Etniskir bólkar | Kadazan-Dusun, Murut, Rungus-Momogun, Dayak, Bruneian Malay, kinesarar, Banjar, Javanesarar |
Borneo er heimsins triðstørsta oyggj, næst eftir Grønlandi og Ný Guinea. Borneo fevnir um eitt øki á 736.000 km² og er býtt sundur millum londini Malaisia, Brunei og Indonesia. Borneo liggur norðanfyri Java, vestanfyri Sulawesi, og eystanfyri Sumatra. Umleið 73% av oynni er indonesiskt. Har norðuri á oynni er eitt malaysiskt øki ið fevnir um umleið 26% av oynni, har eru tey Eystur Malaysisku stakríkini Sabah og Sarawak. Harafturat hoyrir oyggin Labuan, ið liggur nærindis Borneo, til Malaysia. Á norður Borneo liggur eitt sjálvstøðugt ríki, Brunei, ið fevnir um 1% av víddini av oynni Borneo.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Seinna Heimskríggj
[rætta | rætta wikitekst]Undir Seinna heimsbardaga, fingu japanskar herdeildir valdið yvir Borneo og hersettu oynna frá 1941 til 1945. Teir týndu mong av teimum lokalu og drupu elituna av malajfólkinum, avrættaðu alla Malay sultan familjuna frá Kalimantan í álopunum á Pontianak. Sultanurin Muhammad Ibrahim Shafi ud-din II av Sambas í Kalimantan varð avrættaður í 1944. Sultanatið varð síðan avtikið og í staðin kom eitt japanskt ráð.[1] Undir japonsku hersetingini, spældi Dayak ein leiklut í uppreistrarstríðnum móti hersetingarvaldinum, serliga í Kapit Division.[2] Sameindar deildir frá Z Special Unit veittu teimum stuðul. Eftir at Singapor fall, sendu japanar fleiri túsund bretskir og avstralskir krígsfangar til fangalegur á Borneo. Á einari av teimum ringastu, kring Sandakan í Borneo, yvirlivdu bara seks av umleið 2.500 krígsfangum.[3]
Størstu býir
[rætta | rætta wikitekst]Niðanfyri sæst ein listi yvir 20 av størstu býunum á Borneo eftir fólkatali, grundað á 2010 fólkateljingina fyri Indonesia[4][5] og 2010 fólkateljingina fyri Malaysia.[6]
Nr. | Býur | Fólkatal | Tættleiki (/km2) | Land |
---|---|---|---|---|
1 | Samarinda, Eystur Kalimantan | 727,500 | 929 | Indonesia |
2 | Banjarmasin, Suður Kalimantan | 625,481 | 8,687 | Indonesia |
3 | Kuching, Sarawak | 617,886 | 332 | Malaysia |
4 | Balikpapan, Eystur Kalimantan | 557,579 | 1,058 | Indonesia |
5 | Pontianak, Vestur Kalimantan | 554,764 | 5,146 | Indonesia |
6 | Kota Kinabalu, Sabah | 462,963 | 1,319 | Malaysia |
7 | Tawau, Sabah | 412,375 | 67 | Malaysia |
8 | Sandakan, Sabah | 409,056 | 181 | Malaysia |
9 | Miri, Sarawak | 300,543 | 64 | Malaysia |
10 | Bandar Seri Begawan | 300,000 | 490 | Brunei |
11 | Sibu, Sarawak | 247,995 | 111 | Malaysia |
12 | Palangkaraya, Central Kalimantan | 220,962 | 92 | Indonesia |
13 | Lahad Datu, Sabah | 206,861 | 28 | Malaysia |
14 | Banjarbaru, South Kalimantan | 199,627 | 538 | Indonesia |
15 | Tarakan, Norður Kalimantan | 193,370 | 771 | Indonesia |
16 | Bintulu, Sarawak | 189,146 | 26 | Malaysia |
17 | Singkawang, Vestur Kalimantan | 186,462 | 370 | Indonesia |
18 | Keningau, Sabah | 177,735 | 50 | Malaysia |
19 | Bontang, Eystur Kalimantan | 143,683 | 353 | Indonesia |
20 | Victoria, Labuan | 85,272 | 950 | Malaysia |
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ http://pariwisata.kalbar.go.id/index.php?op=deskripsi&u1=1&u2=1&idkt=4 [deyð leinkja]
- ↑ "'Guests' can succeed where occupiers fail", New York Times, 9 November 2007. Archived 4 januar 2014 at the Wayback Machine
- ↑ Japanese Prisoners of War. Philip Towle, Margaret Kosuge, Yōichi Kibata (2000). Continuum International Publishing Group. pp.47–48. ISBN 1-85285-192-9.
- ↑ "Sensus Penduduk 2010". Badan Pusat Statistik, Indonesia. 2010. http://bps.go.id/download_file/Penduduk_Indonesia_menurut_desa_SP2010.pdf. Heintað 24 April 2014.
- ↑ "Administrative Division Indonesia: Provinces, Regencies and Cities - Statistics & Maps by »City Population«". citypopulation.de. http://www.citypopulation.de/php/indonesia-admin.php. Heintað 24 April 2014.
- ↑ "Population Distribution and Basic Demographic Characteristics, 2010". Department of Statistics, Malaysia. http://www.statistics.gov.my/portal/download_Population/files/census2010/Taburan_Penduduk_dan_Ciri-ciri_Asas_Demografi.pdf. Heintað 19 April 2012.