Demokraatit
Demokraatit ella Demokratarnir (grønlendskt: Kalaallit Nunaani Demokraatit) er ein grønlandskur sosialliberalur politiskur flokkur. Floksformaður er landstingslimurin Anda Uldum.
Valúrslit
[rætta | rætta wikitekst]Landstingið
[rætta | rætta wikitekst]Á Landstingsvalinum 2. juni 2009 fekk flokkuirn 12,7% av atkvøðunum og vann 4 av 31 landstingslimum. Tey ið vóru vald inn tá vóru: Niels Thomsen, Anda Uldum, Justus Hansen og Astrid Fleischer Rex. Ein av landstingslimunum, Niels Thomsen, valdi at gevast í politikki í december 2011, av tí at hann fekk í boði eitt stjórastarv í heimbygdini, ið hann tók av, og hann helt ikki at tað hóskaði saman av vera politikari samstundis.
Flokkurin fór í juni 2009 í eitt samgongusamstarv við flokkunum Inuit Ataqatigiit og Kattusseqatigiit. Henda samgongan var Grønlands landsstýri (Naalakkersuisut) fram til Landstingsvalið 2013. Í tíðarskeiðnum apríl 2011 til valið í 2013, hevði Demokraatit tveir landsstýrislimir: Útbúgving og gransking (undirvísingarráðharri) og Bústaðar og samferðslumálaráðharri.
Á Landstingsvalinum 12. mars 2013 fekk Demokraatit tveir limir valdar, hesir vóru Palle Christiansen og táverandi floksformaðurin Jens B. Frederiksen.
Á landstingsvalinum 28. november 2014 fekk flokkurin fýra limir valdar, hesir vóru: Nivi Olsen, Andreas Rene Uldum, Justus Hansen og Randi Vestergaard Evaldsen.[1]
Fólkatingið
[rætta | rætta wikitekst]Á fólkatingsvalinum hin 13. november 2007 fekk flokkurin 4.585 atkvøður, ið ikki rakk til ein fólkatingssess. Flokkurin gjørdi í august 2007 eina samstarvsavtalu við Det Konservative Folkeparti í Danmark. Henda avtalan varð tó uppsøgd aftur á vári 2010. Í desember 2012 gjørdi flokkurin eina nýggja samstarvsavtalu við Det Radikale Venstre.