Jump to content

Eiði

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Eiði
Ejde (danskt)
Bygd
Eiði
Eiði
Land  Føroyar
Sýsla Eysturoya sýsla
Oyggj Eysturoy
Kommuna Eiðis kommuna
Íbúgvar 697 (november 2021)[1]
Postnummur FO-470
Markatal 48-00-00 mk.gl.sk.

Eiði (danskt: Ejde) er ein bygd norðast á vestursíðuni á Eysturoy. Eiðis kommuna fevnir um bygdirnar Eiði, Ljósá og Svínáir. Í kommununi búgva 796 fólk (aug. 2022). Av hesum búgva 722 fólk á Eiði (31. des. 2022). Fólkatalið í Eiðis kommunu hevur verið stútt vaksandi seinnu árini, serliga á Eiði. Í 1985 búðu 572 fólk á Eiði; tá kreppan var í hæddini í 1990unum kom fólkatalið 1. jan. 1996 niður á 572 fólk, men fór so at vaksa aftur. Frá 1. jan. 2014 til 1. jan. 2022 er fólkatalið á Eiði vaksið 16,7%

Útgrevstur á Eiði hevur víst, at Eiði hevur verið bygd longu í víkingatíð. 1978 - 1981 var havnalagið munandi útbygd við umleið 500 m. longum brimgarði til at verja móti havalduni. Umleið 1983 - 85 varð Eiðisverkið - vatnorkuverkið hjá Sev - bygt í Barmi millum Eiði og Ljósá. Í hesum sambandi var Eiðisvatn hækkað munandi við byrgingum bæði vestureftir og suðureftir, og tunnlar vóru boraðir gjøgnum stóran part av oynni til at veita vatn í Eiðisvatn at dríva vatnorkuvekrið. Í sambandi við, at vatnstøðan í Eiðisvatni hækkaði nógvar metrar fór nógv lendi undir vatn, m.a. vatnsoyrarnar við landsynningsendan á vatninum. Útgrevstur í hesum sambandi vísti, at har hevði búseting í argi verið frá gamlari tíð, sum eisini staðarnavnið Argisá og Argisbrekka bendu á.

Á Eiði hava síðan skúlalógin kom í gildi í 1872 verið 4 skúlar: Fyrst "Úti í Skúla" (niðurtikin), síðan "Eysturi í Skúla", sum nú er frítíðarhús, beint eystanfyri gamla kirkjugarð, síðani "Gamli skúli" (niðurtikin), ið var beint vestanfyri gamla kirkjugarð, og nú skúlin uppi í Koll, sum varð vígdur 30. oktober 1965. Í skúlanum á Eiði ganga uml. 90 børn.

Í bygdini er kirkja (1881), prestagarður, samkomuhúsini Mizpa (salur hjá brøðrasamkomuni) og Karmel (missiónshús), eitt bygdasavn, fótbóltsvøllur við tilhoyrandi ítróttarhúsi (Hólmahúsið), ið eisini inniheldur venjingarhøli og veitsluhøli. Við skúlan er mentanarhøll til um 100 fólk. Kampingpláss er á gamla fótbóltsvøllinum á Mølini. Fast í skúlan er eisini mentanarhøllin Kolshøll við umleið 100 sitiplássum. Hetta er gamla fimleikarhøllin, sum er umbygd til menanarhøll. Á Eiði verður "Heystfagnaður" hildin í vikuni, tá skúlarnir hava heystfrítíð. Hetta er ein lokal mentanarvika, har dentur verður lagdur á tað, sum jarðarbrúk gevur av sær. Serliga leygardagurin er stóri heystfagnaðardagurin, tá alskyns tiltøk og kappingar eru í umhvørvinum við gomlu neystini niðri á Hamri. Á skránni er m.a. kappingar um at vinda hespu, at hava størsta eplið, at halda eplasekki, og ikki minst flettikappingin at finna Føroya besta flettara. Í flettikappingini verður bæði kappast um at fletta skjótt, men reinføri og dygd telja eisini við. Umframt hetta eru listaframsýningar og søluframsýningar í ymsum húsum nærhendis - í gomlu bygdini. Kvøldini frammanundan eru vanliga fyrilestrar ella onnur mentanartiltøk í mentanarhøllini Kolshøll, sum er partur av skúlanum.

Ítróttur

[rætta | rætta wikitekst]

Eiði hevur eisini ítróttarfelag, Eiðis Bóltfelag (EB), stovnað 23. februar í 1913. Í 2002-2003 var nýggj ítróttarhøll bygd í sambandi við skúlan og tikin í nýtslu í 2003.

Í bygdini er matvøruhandil, eitt fiskiídnaðarvirki og tvey onnur minni ídnaðarvirki umframt fleiri tænastuvirki. Til bygdina hoyra 5 størri fiskifør og fleiri smærri útróðrabátar. Flestu íbúgvarnir í Eiðis kommunu hava síðan flakavirkið varð bygt í 1964 arbeitt í fiskivinnuni, antin umborð á fiskiførunum, ella á fiskavirkinum, sum er á havnaøkinum í bygdini. Við bøttu samferðslumøguleikunum er hetta broytt seinnu árini, so stórur partur av fólkinum nú (2021) arbeiðir í ymsum vinnum í øðrum bygdum og í Havn. Meginparturin av jørðini er ogn, ið fyri tað mesta er nokkso smábýtt, so landbúnaðurin er fyrst og fremst seyðahald til húsbrúks. Einstakir størri eigarar reka vinnuligan landbúna.

Á Eiði vóru 1. des. 2017 216 húski sambært yvirlitinum hjá Posta.

Kend listafólk av Eiði eru Niels Kruse (1871 - 1953), Óli Egilstrøð (1916-1999) og Sigrun Gunnarsdóttir (f. 1950).

  1. Hagstova.fo

Ávísingar úteftir

[rætta | rætta wikitekst]



Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið