Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Appearance
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 26. okt 1963 í/á Klaksvík |
Starv | politikari, politistur |
Politiskur flokkur | Hin føroyski fólkaflokkurin |
Dátuheiti | |
Commons | Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur |
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (fyrr Hansen, fødd 26. oktober 1963 í Klaksvík) er ein føroyskur politikari (FF) og løgreglukvinna. Eftir student starvaðist hon hjá Postverki Føroya 1983–1985, og eftir tað tók hon útbúgving sum løgreglukvinna.
Lívsleið í politikki
[rætta | rætta wikitekst]Hon hevur verið býráðslimur í Klaksvíkar býráð síðan 2009. Á løgtingsvalinum 2011 varð hon vald inn á Føroya Løgting við 344 atkvøðum. Hon er forkvinna í Løgtingsins rættarnevnd og limur í Løgtingsins trivnaðarnevnd.
Løgtingsnevndir 2011-15
[rætta | rætta wikitekst]- Formaður í Løgtingsins rættarnevnd[1]
- Limur í Løgtingsins trivnaðarnevnd
- Varalimur í Landsstýrismálanevndini
- Varalimur í Vinnunevndini
Nevndir í Klaksvíkar býráð
[rætta | rætta wikitekst]- Forkvinna í Sosialu nevnd
- 2. formaður í Teknisku nevnd
- Limur í Mentanarnevndini
- Limur í Byggi- og býarskipanarnevndini
Familja
[rætta | rætta wikitekst]Elsebeth er dóttur Ellinor Mariu og Gunnleyð Jakobsen. Hon er gift Finni Hansen, tey eiga børnini Ellinor Mercedis Finnsdóttir Hansen, Karl Amadeus Finnsson Hansen og Mathildu Mercedis Finnsdóttir Hansen.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "logting.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-09-23. https://web.archive.org/web/20150923060010/http://www.logting.fo/parliamentmember/view.gebs?parliamentMember.id=101. Heintað 2014-05-27.