Jump to content

Fróðskaparsetur Føroya

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Kort.

Fróðskaparsetur Føroya er universitetið í Føroyum og varð sett á stovn tann 20. mai 1965. Endamálið hjá Fróðskaparsetri Føroya, sum er ásett í løgtingslóg, er at "inna gransking, geva frálæru á hægsta stigi og breiða út kunnleika um vísindalig úrslit og háttaløg".

Í stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya sita sjey limir. Landsstýrismaðurin velur fýra teirra uttan fyri stovnin, starvsfólkini velja tveir og tey lesandi ein lim. Fyri hvønn lim verður varalimur eisini valdur. Valskeiðið er 4 ár, fyri tey lesandi er skeiðið tó 1 ár.

Á Setrinum eru umleið 1000 lesandi.

Fróðskaparsetur Føroya varð stovnað í 1965 við tí latínska heitinum Academia Færoensis. Tað vóru limirnir í Føroya Fróðskaparfelag, stovnað í 1952, sum tóku stig til at fáa ein lærdan háskúla í Føroyum. Føroya Fróðskaparfelag arbeiddi miðvíst fyri einum vísindaligum umhvørvi. Av virksemi felagsins kunnu nevnast útgávan av Fróðskaparriti og eitt sera umfatandi arbeiði at savna føroyskt orðatilfar.

Við einum uppskoti frá Fróðskaparfelagnum sum grundarlagi samtykti Føroya løgting í 1965 at seta á stovn Fróðskaparsetur Føroya, við tí endamáli at inna "vísindaligt rannsóknarstarv og hægri undirvísing. Skylda læraranna er at fremja bæði". Føroyingar fingu tá ein hægri lærdómsstovn.

Fróðskaparsetrið byrjaði virksemið við einum professara, Christiani Matras, og einum skrivara, Maud Heinesen. Virksemi tey fyrstu árini fevndi um ársskeið í náttúrusøgu og í føroyskum fyri lærarar. Hetta vóru skeið, sum Fróðskaparfelagið hevði tikið stig til, og sum Fróðskaparsetrið helt fram við. Ársskeiðini fyri lærarar vórðu hildin toluliga regluliga á setrinum til tað seinast í 1980'unum varð avgjørt, at eftirútbúgving av lærarum skuldi skipast á Landsskúlafyrisitingini.

Umframt ársskeiðini skipaði setrið fyri almennum fyrilestrum um ymisk evni og kvøldskeiðum í føroyskum. Tey fyrstu árini stílaði setrið fyri eini innsavningarnevnd, ið varð sett í 1967, og hevði til uppgávu at bjarga føroyskari fólkamentan. Sum framhald av hesi nevnd varð tjóðlívsnevndin sett í 1970 til at savna tilfar um føroyskt fólkalív og føroysk fólkaminni. Hetta tilfar er í dag á goymslu á Føroyamálsdeildini. Harumframt varð sett ein nevnd í 1972 at skipa fyri innsavning av føroyskum sálmasangi og andaligum vísusongi.

Útbúgvingar

[rætta | rætta wikitekst]

Verulig akademisk útbúgving byrjaði í 1970 við heimspeki og skeiði til ”filosofikum”. Tann akademiski próvlesturin byrjaði við eini náttúruvísindaligari-heimspekiligari støðisútbúgving í 1972. Síðani 1981 hevur verið undirvíst regluliga í stødd-/alisfrøði og lív-/evnafrøði, og frá 1987 eisini til BS í ymsum greinum.

Á Føroyamálsdeildini varð farið undir próvlestur í 1974. Fyrsta árið bert sum eitt ára lestur, men síðani 1976 sum 2 ára lestur til exam.art. Eisini her varð farið undir víðari lestur í 1987, til cand.phil. Í 1976 varð farið undir eina 2 ára útbúgving í gudfrøði. Tey fyrstu árini vóru royndarár, men í 1978 varð avgjørt at seta Gudfrøðideildina á stovn. Avtala varð gjørd við universitet í Íslandi og í Danmark um, at studentarnir kundu gera lesnaðin lidnan har. Gudfrøði og søguvísindi vórðu løgd saman til eina deild, og í 1987 varð farið undir at undirvísa í søguvísindum, fyrst til exam.art, síðani til BA og cand.phil. Av ymsum grundum steðgaði undirvísingin í guðfrøði í 1988.

Í tíðarskeiðnum 1993-1995 varð skipað fyri ársnámum í ávíkavist samfelagsvísindum og búskapi, handli og máli. Hesin lestur steðgaði í kreppuárunum, men í 2000 vóru studentar aftur tiknir inn til ársnám. Seinni bleiv hetta til eina BSSc í stjórnmálafrøði. Frá 1999 hevur Náttúruvísindadeildin við dyggum stuðli frá oljufeløgum kunnað bjóðað út útbúgving í kolvetnisverkfrøði. Fyrstu studentarnir fingu prógv í kolvetnisverkfrøði á vári 2002.

Á heysti 2002 byrjaði nýtt útbúgvingartiltak, kallað opið setur, við útbúgving í KT-frøði. Talan er um parttíðarlestur, sum kann samskipast við arbeiði innan KT-vinnuna. Fyrstu 11 studentarnir fingu BS-prógv í KT-frøði í februar 2005. Í 2003 kom nýggj útbúgvingarkunngerð fyri allar útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum, har allar útbúgvingar vóru skipaðar eftir Bologna leistinum við bachelor, master og Ph.D., vanliga umrøtt 3+2+3 skipanin. Allar deildir Setursins skipaðu sínar útbúgvingar eftir hesum leisti frá lestrarárninum 2004-2005.

Í løtuni (2020) eru fimm deildir á Fróðskaparsetrinum: Námsvisindadeildin, Náttúruvísindadeildin, Føroyamálsdeildin, Søgu- og samfelagsdeildin og Deildin fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi. Harafturat er umsitingin skipað í Setursskrivstovuni, har Lestrarskrivstovan Archived 2020-05-11 at the Wayback Machine eisini hoyrir til.

Útbúgvingarnar í 2020

[rætta | rætta wikitekst]

Í 2020/2021 skipa tær fimm deildirnar á Fróðskaparsetrinum fyri 11 bachelorútbúgvingum, fimm masterútbúgvingum og trimum hjánámum. Eisini skipar Setrið fyri ph.d.-lestri Archived 2020-05-11 at the Wayback Machine.

Bachelorútbugvingarnar í 2020/2021 eru hesar:

  • Búskaparfrøði
  • Fólkaskúlalærari
  • Føroyskt
  • KT-verkfrøði
  • Lívfrøði
  • Mýlalívsvísindi
  • Námsfrøði
  • Politikkur og umsiting
  • Sjúkrarøktarfrøði
  • Sosialvísindi og samfelagsplanlegging
  • Søga

Masterútbúgvingarnar í 2020/2021 eru hesar:

  • Føroyskt
  • Heilsuvísindi
  • Politikkur og umsiting
  • Sosialvísindi og samfelagsplanlegging
  • Søga

Hjánámini í 2020/2021 eru hesi:

  • Føroyskt
  • Samfelagsvísindi
  • Søga

Ávísingar úteftir

[rætta | rætta wikitekst]