Gorillur
Gorillur | ||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Frøðilig flokking | ||||||||||||
|
Gorillur (frøðiheiti - Gorilla gorilla) verður um 2 m høgar og eru tær størstu mannapurnar. Tær eru seinførar og - fáa tær frið - vinaligir skapningar, og tær gera lítið annað enn hvíla seg og eta bløð, leggir og sprotar. Gorillur liva í smáum flokkum, ið fara spakuliga gjøgnum skógin, meðan tær eta ein part, men ikki alla føðina, ið er har um leiðir, og so leita tær eftir nýggjum matkova. Gorillur liva í ættbólkum og eru saman um at verja lendi sítt og ungar sínar. Apur og gorillur eru tey djór, ið líkjast okkum mest.
Láglendis gorillan er eitt friðarligt súgdjór, og tað, sum ljóðar sum eitt ræðandi ýl, er í veruleikanum bara eitt fjáltrandi geisp. Verður ein gorilluflokkur hóttur, royna gorillurnar at sleppa undan vandanum, tær flýggja inn í tjúkka skógin. Hetta verður nevnt "tigandi afturtøka". Kalldýrið verjir bólkin. Verjutekini eru til dømis ýl og at sláa seg fyri bringuna.
Gorillur eru plantuátarar og blíva normalt uml. 30 ára gamla. Gorillur liva í skógunum í Afrika: Londinum Gabon, Kongo, Ekvatorguinea, Kamerun, Nigeria, Miðafrikalýðveldið, Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo, Ruanda og Uganda.
Vert at vita
[rætta | rætta wikitekst]- Gorillur fara spakuliga um. Tær sova 13 tímar hvørja nátt, og tær sita og hvíla seg stóran part av degnum.
- Gorillur eru intelligentar dýr. Men ikki nakað nar so intelligentar sum menniskja. Sjalvt eitt 3 ára gamalt barn er meira intelligent.
- Gorillur eta frukt, plantuspírar og bløð og viðhvørt termittar og meyrur.
- Gorillur halda til í frumskóginum í Afrika.
- Gorillur eru súgdýr og hoyra til mannapurnar.
- Kalldjórið kann verða 1,6 metrar til hæddar og viga upp í 180 kilo.
- Gorillur liva í flokki. Hvør flokkur verður stýrdur av einum stórum kalldjóri, sum nevnist silvurbak vegna silvurlitta hárið, sum veksur á bakinum, frá tí at hann er 12 ára gamal.
- Flokkurin brúkar dagin til at hvíla, eta og flyta til nýggj øki, har matur er.