Jump to content

Húsavík

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Húsavík
Husevig (danskt)
Bygd
Húsavík
Húsavík
Land  Føroyar
Sýsla Sandoya sýsla
Oyggj Sandoy
Kommuna Húsavíkar kommuna
Íbúgvar 70 (2015)[1]
Postnummur FO-230
Markatal 31-00-00 mk.gl.sk.
Húsavík á frímerki, 2006

Húsavík er ein bygd i Sandoy.

Húsavík liggur sunnan fyri Skálavík. Bygdin hevur 74 íbúgvar (2013). Bygdin er gomul, helst frá landnámstíð. Hon hevur tveir gamlar býlingar, men søgn er, at høvuðsbygdin var í Kvíggjagili vestan fyri ánna, har víst verður á húsatoftir, og har eisini kirkja og kirkjugarður vóru. Søgn er, at bygdin doyði út av svartadeyða, og aftaná varð hon flutt eystur um ánna. Ein sera rík kvinna, nevnd Hústrúin ella Húsfrúgvin, var í bygdini, og søgnin sigur, at hon og maður hennara grundaðu bygdina aftur. Grótgarðurin, hon læt gera um kirkjugarðin, stendur enn. Eisini veggirnir í hoyløðuni og tað steinsetta túnið minna um hennara stórbæri. Á frímerkinum hómast kirkjan, sum var bygd í 1863, og høgrumegin eini um 130 ára gomul hús, sum verða varðveitt sum fornminni. Húsavík er hvalvág, og har doyggja grindir av og á. Størsta grindin, sum er deyð á sandinum, var 382 hvalir.

Áhugaverd støð

[rætta | rætta wikitekst]
  • Toftirnar eftir Húsfrúnna í Húsavík.
  • Jógvansbreyt, gomul hús við moldgólvi.
  • Kirkjan, vígd 1863.
  • Grótmyndir eftir Trónd Patursson við keiina.

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]
  1. Hagstova.fo

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið