Kaldbaksbotnur
Kaldbaksbotnur | |
Bygd | |
Kaldbaksbotnur
| |
Land | Føroyar |
---|---|
Sýsla | Streymoya sýsla |
Oyggj | Streymoy |
Kommuna | Tórshavnar kommuna |
Íbúgvar | 10 (2015)[1] |
Postnummur | FO-185 |
Markatal | - |
|
Kaldbaksbotnur er ein bygd í Streymoynni, partur av Tórshavnar kommuna. Í Kaldbaksbotni búgva 7 fólk. Innast í botninum á Kaldbaksfirði er niðursetubygdin Kaldbaksbotnur, sum við sínum báðum bóndagørðum lá rættiliga avbyrgd, til vegurin í 1980 kom úr Havn inn í Kaldbaksbotn og út til Kaldbaks trý ár eftir, at Kaldbaksbotnur saman við Kaldbak og Sundi kom upp í høvuðsstaðarkommununa. Í 1992 kom berghol millum Kaldbaksbotn og Signabø, og er hetta nú høvuðsferðsluæðrin norðaneftir til Havnar.
Oman fyri Kaldbaksbotn er Mjørkadalur, har NATO bygdi herstøð í 1960. Nakað oman fyri bygdina er eisini Mannafelsdalur. Søgnin sigur, at har brustu sunnan- og norðanfjørðsmenn saman í miklum bardaga av misnøgd um skattin, katólska kirkjan legði á fólk at fíggja Múrin í Kirkjubø. Tað sigst, at grasið í Mannafelsdali litaðist reytt av tí blóði, har fleyt í bardaganum, og tað sigst vera reytt enn av blóðinum.
Á sandinum inni í Kaldbaksbotni er vanligt at síggja nógv fólk við tráðu um sumrarnar, tí har eru sjósíl og laksur at fáa.
Kaldbaksvegurin
[rætta | rætta wikitekst]5. apríl 1977 var vegurin úr Kaldbak til Kaldbaksbotn liðugur. Vegurin til Havnar var fyrst liðugur í 1980.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- Kaldbaksbotnur á Tórshavn.fo.
- Vegurin komin inn í Kaldbaksbotn. Í: Myndablaðið NÚ, nr. 5, 1977.
Slóðir úteftir
[rætta | rætta wikitekst]Coordinates: 62°3′55.44″N 6°54′43.56″W / 62.0654000°N 6.9121000°W
Greinir
[rætta | rætta wikitekst]- Vegurin komin inn í Kaldbaksbotn. Í: Myndablaðið NÚ, nr. 5, 1977.
Tórshavnar kommuna |
---|
Argir | Hestur | Hoyvík | Hvítanes | Kaldbak | Kaldbaksbotnur | Kirkjubøur | Koltur | Kollafjørður | Mjørkadalur | Nólsoy | Norðradalur | Oyrareingir | Signabøur | Sund | Syðradalur | Tórshavn | Velbastaður |