Sacramento
Appearance
Sacramento, Kalifornia | |
---|---|
Flagg | Kort |
Grunddáta | |
Land: | USA |
Lutstatur: | Kalifornia |
Vídd: | 257.0 km² |
Íbúgvar (2010): | 466 488 |
fyri km²: | 1 854,1/km² |
Heimasíða: | Cityofsacramento.org. |
Sacramento er høvuðsstaður í Kalifornia. Í Sacramento og økinum rundanum búgva 2,1 mió. fólk.
Fíggjarkreppan í Kalifornia hevur rakt húsaprísirnar hart. Millum býirnar sum eru harðast raktir, eru Sacramento og Los Angeles. Húsamarknaðurin í Kalifornia er í løtuni tann ringasti í 25 ár. Tað sæst eisini aftur í húsakeypum í Sacramento. Sølan í 2008 er tað lægsta í 13 ár.
California State University, Sacramento (eisini nevndur "Sacramento State University") varð sett á stovn í 1947. Á skúlanum ganga samanlagt um 29 241 næmingar (2009).
Myndasavn
[rætta | rætta wikitekst]-
"Eureka" (úr grikskum: eg havi funni tað) stendur yvir høvuðsgrindini í California State Capitol í Sacramento.