Sakaris Stórá
Sakaris Stórá | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 28. jul 1986 í/á Skopun |
Starv | filmsleikstjóri, filmsrithøvundur |
Heimasíða | http://sakarisstora.com/ |
Dátuheiti | |
IMDB | nm3081367 |
Sakaris Stórá (28. juli 1986) úr Skopun er ein føroyskur filmsleikstjóri. Í desember 2012 vann hann tað allarfyrstu almennu føroysku filmsvirðislønina, sum var latin.[1] Virðislønin eitur Geytin, uppkallað eftir einum manni, sum varð nevndur Geytin, hesin maðurin ferðaðist kring oyggjarnar við filmum, sum hann so vísti í ymiskum bygdum. Tað var langt áðrenn fólk fingu sjónvarp. Sakaris hevur nomið sær filmslistarliga útbúgving í Noregi. Fyrst gekk hann eitt ár á film- og videolinjuni á Agder Folkehøgskole uttanfyri Kristiansand, síðan helt hann fram í tvey ár á Nordland Kunst- og Filmfagskole í Lofoten. Endaligi fráfaringarfilmur hansara á seinna skúlanum var Passasjeren. Á sama skúla hevur Sakaris fyrr gjørt stuttfilmin Ikaros[2]. Sakaris var dagligur leiðari hjá Klippfisk frá august 2009 til mars 2010. Á heysti og vetri 2012 starvaðist hann sum lærari hjá Føroya Fólkaháskúla.[3] Í 2014 var filmur hansara Vetrarmorgun boðin við til altjóða filmstevnuna í Berlin, sum var hildin í døgunum 6. til 16. februar 2014.[4][5] Filmurin Vetrarmorgun var tilnevndur tríggjar heiðurslønir, og hann vann eina av teimum, nevniliga virðisløn, sum ein altjóða dómaranevnd dømdi, og var tað í bólkinum fyri stuttfilmar, á enskum verður virðislønin nevnd: The Special Prize of the Generation 14plus International Jury. Virðislønin er 2.500 evrur, sum svarar til umleið 18.000 danskar krónur.[6]
Filmar eftir Sakaris Stórá
[rætta | rætta wikitekst]Spælifilmar
[rætta | rætta wikitekst]- Dreymar við havið, 2017. Handrit: Marjun Syderbø Kjelnæs samstarvi við Sakaris Stórá, mál: føroyskt, longd: 1 tími og 20 minuttir. Sjónleikarar: Helena Heðinsdóttir, Juliett Nattestad.
Stuttfilmar
[rætta | rætta wikitekst]- Passasjeren, 2009, longd: 9 minuttir
- Ikaros, 2008, longd: 7 minuttir
- Summarnátt, 2012, longd: 17 minuttir
- Vetrarmorgun, 2013, longd: 19 minuttir[7]
Virðislønir, tilnevningar, gávugóðs o.a.
[rætta | rætta wikitekst]- 2014 - Fekk Ársins miðlavirðisløn 2014 LGBT frá LGBT Føroyum
- 2014 - Vann virðislønina The Special Prize of the Generation 14plus International Jury á Berlinaluni 2014.
- 2014 - Vetrarmorgun var tilnevndur Teddy Award á Berlinaluni 2014.[8]
- 2013 - Vetrarmorgun varð tilnevndur Geytan, vann tó ikki.
- 2013 - Hálvt ára starvsløn frá Mentanargrunni Landsins.[9]
- 2012 - Geytin, filmsvirðisløn á 25.000 krónur, hann vann fyri stuttfilmin Summarnátt[10]
- 2011 - Mentanarvirðisløn Landsins, Sakaris fekk serstøku virðislønina á 50.000 kr., sum hetta árið var givin til ungt listarfólk[11]
- 2010 - Berlinale Talent Campus
- 2010 - Stuttfilmur Passasjeren hjá Sakaris vann heiðursløn á filmsfestivali í Reykjavík í bólkinum Besti stuttfilmur hjá einum nýggjum leikstjóra Á filmsstevnuni RIFF vóru 140 filmar úr 29 londum sýndir.[12]
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Kringvarp.fo, Sakaris vann fyrsta Geytan
- ↑ Birkblog.blogspot.dk Sakaris Stórá, filmslistamaður úr Skopun
- ↑ Linkedin.com
- ↑ "Planet.fo, Filmurin Vetrarmorgun á heimsins størstu filmsstevnu". http://planet.fo/filmurin+vetrarmorgun+a+heimsins+storstu+filmsstevnu.html#.Us3ZemSovoo. Heintað 2014-01-08.
- ↑ "Berlinale-talents.de". http://www.berlinale-talents.de/campus/talent/sakarisfrisi-stora/profile. Heintað 2014-01-10.
- ↑ Berlinale.de, AWARDS AND JURIES IN THE GENERATION SECTION
- ↑ birkblog.blogspot.com, Stjørnurnar spæla á Sandi
- ↑ "nordicstylemag.com, Interview with Sakaris Stórá: Faroese film selected for Berlin International Film Festival". http://www.nordicstylemag.com/2014/02/interview-with-sakaris-stora-faroese-film-selected-for-berlin-international-film-festival/. Heintað 2014-02-15.
- ↑ Kringvarp.fo 30 fáa starvsløn
- ↑ Listinblog.blogspot.dk
- ↑ MMR.fo
- ↑ Sandportal.fo Archived 2021-03-03 at the Wayback Machine Sakaris Stórá fingið virðisløn fyri stuttfilm