Jump to content

Sjóvar kommuna

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Sjóvar kommuna
Sjóvar kommuna á Føroyakortinum.



Heimasíða sjovar.fo


Sjóvar kommuna, kommuna í Føroyum. Sjóvar kommuna fevnir um bygdirnar Strendur, Innan Glyvur, Kolbanargjógv, Morskranes og Selatrað. Í kommununi búgva 1.043 fólk (48 % konufólk), harav 817 á Strondum (jan. 2005).

Tann gamla Sjóvar sókn fevndi um bygdirnar Selatrað, Strendur, Skála og Skálafjørð. Av hesum bygdum er Skálafjørður tann yngsta. Hon er bygd onkuntíð í 1600-árunum. Fyri stívliga 100 árum síðan komu niðursetubygdirnar Morskranes og Innan Glyvur afturat. Tann nýggjasta niðursetubygdin er Kolbanargjógv sum kom fyri góðum 60 árum síðan.

Navnið Sjóvar sókn kemur av býlinginum við Sjógv á Strondum, tí har stendur kirkjan sum nú er, og har hava kirkjur undan hesari staðið í fleiri hundrað ár so langt aftur, sum søguligar keldur røkka. Kirkjan við Sjógv var einasta kirkjan í sóknini heilt upp til okkara tíð. Kirkjan sum nú er, varð bygd í 1834. Á Selatrað kom kirkja í 1927, og á Skála í 1940. Hvussu gomul Sjóvar sókn og Strendur eru vita vit ikki, menn vilja verða við at vit skullu í hvussu so er aftur í 15. øld.

1. januar 1952 fór Sjóvar sókn í tvíningar, og Skála og Skálafjørður fóru burturúr og gjørdust sjálvstøðug kommuna við heitinum "Skála kommuna". Sjóvar sókn varðveitti sítt gamla navn eftir sundurbýtið, nú við bygdunum Innan Glyvur, Strendur, Kolbanargjógv, Morskranes og Selatrað.

Til kommununa hoyra uml. 70 merkur í jørð. Á Strondum eru 19 7/8 mk.ogn og 20 1/4 mk. landsjørð. Á Selatrað eru 8 merkur ogn og 22 merkur landsjørð.


Verdur Kommunur í Føroyum Kommunum í Føroyum
Eiðis | Eystur | Fámjins | Fuglafjarðar | Fugloyar | Hovs | Húsa | Húsavíkar | Hvalbiar | Hvannasunds | Klaksvíkar | Kunoyar | Kvívíkar | Nes | Porkeris | Runavíkar | Sands | Sjóvar | Skálavíkar | Skopunar | Skúvoyar | Sumbiar | Sunda | Sørvágs | Tórshavnar | Tvøroyrar | Vága | Vágs | Vestmanna | Viðareiðis