28. desember
Appearance
Nov - Des - Jan | ||||||
Má | Tý | Mi | Hó | Fr | Le | Su |
1 | 2 | 3 | 4 | |||
5 | 6 | 7 | 8 | 9 | 10 | 11 |
12 | 13 | 14 | 15 | 16 | 17 | 18 |
19 | 20 | 21 | 22 | 23 | 24 | 25 |
26 | 27 | 28 | 29 | 30 | 31 | |
Kalendari fyri 2024 Allir dagar |
28. desember er dagur 362 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 363 um skotár er). 3 dagar eru eftir av árinum.
Hendingar
[rætta | rætta wikitekst]- 1065 - Westminister Abbey í London verður vígd. Kirkjan í dag er bygd í 1340-1509, men ein einstakur bygningur er eftir av upprunakirkjuni.
- 1869 - Tannlæknin William Semple fær patent til tyggigummi.
- 1879 - Tay jarnbreytarbrúgvin í Skotlandi brotnar, meðan tokið úr Edinburgh til Dundee fer um hana. Tokið dettur niður í ánna, og í minsta lagi 59 fólk láta lív.
- 1968 - Ísraelskarherdeildir gera álop á Beirut Airport og leggja 13 arabisk flogfør í oyði.
- 1990 - Danska kommunistblaðið Land og Folk kemur út á síðsta sinni. Blaðið kom fyrstu ferð út í 1921 við navninum Arbejderbladet.
- 2013 - Ein álvarsom ferðsluvanlukka hendi í Oyndarfirði onkuntíð millum kl. 6 og 10 um morgunin. Tveir ungir mans vóru við bilinum, 20 og 22 ára gamlir, báðir úr Oyndarfirði. Bilurin var farin útav vegnum og endaður á sjónum við Rættargjógv. Tann 22 ára gamli maðurin, Jens Pauli Juul, varð funnin deyður sama morgun, sum vanlukkan hendi. Leita varð eftir tí 20-ára gamla manninum í fleiri dagar, men hann varð ikki funnin fyrr enn eina viku seinni, tá umleið 400 fólk og 70 bátar luttóku í leitingini saman við Brimli, Tjaldrinum og Hvidbjørnen. Harumframt luttóku eisini eitt nú bjargningarbátarnir Lív, Ziska og Sverri. Líkið av Rana í Billustovu varð funnið hin 4. januar 2014 kl. 13.44.
- 2014 - Eldur kom í italsku bilferjuna Norman Atlantic, sum grikska reiðaríið Anek Line leigaði, tá ið hon var á veg úr grikska býnum Patras til italska býin Ancona við støðgi í havnabýnum Igoumenitsa. 478 fólk vóru við ferjuni, 423 ferðafólk og manningin taldi 55. Eldurin kyknaði á dekkinum tíðliga um morgunin. Veðrið var sera vánaligt og bjargingararbeiði tók langa tíð, tyrlur tóku ein persón í senn upp av dekkinum. Mánadag seinnapart eydnaðist tað at bjarga teimum seinastu, og tá vóru øll, ið vóru á lívi, bjargaði av ferjuni. Tíggju fólk eru higartil funnin deyð orsakað av vannlukkuni, og tveir albanar doyðu, tá ið ferjan bleiv sleipað til albanska býin Vlori.
- 2014 - Eitt Malaysiskt flogfar datt niður í Karimatasundið, millum oyggjarnar Java, Sumatra og Borneo. 155 ferðafólk vóru umborð á flogfarinum umframt manningina, ið taldi 7 persónar. Flogfarið var á veg úr Surabaya í Indonesia til Singapore. Av ferðafólkunum vóru 16 børn og eitt pinkubarn. Restir av flogfarinum og fleiri lík vóru funnin tveir dagar seinni, 30. desember, á sjónum umleið 10 km frá staðnum har flogfarið seinast var sætt á radara.
Føðingar
[rætta | rætta wikitekst]- 1856 - Woodrow Wilson, amerikanskur forseti (d. 1924)
- 1882 - Lili Elbe, danskur listmálari (d. 1931)
- 1932 - Katy Bødtger, danskur sangari
- 1934 - Maggie Smith, bretsk sjónleikarinna
- 1954 - Denzel Washington, amerikanskur sjónleikari
- 1981 - Sienna Miller, bretsk-amerikonsk sjónleikarinna
Andlát
[rætta | rætta wikitekst]- 1937 - Maurice Ravel, franskur komponistur (f. 1865)
- 1983 - Dennis Wilson, amerikanskur tónleikari (The Beach Boys) (f. 1944)
- 2015 - Lemmy, bretskur tónleikari (f. 1945)
- 2016 - Debbie Reynolds, amerikonsk sjónleikarinna (f. 1932)
Januar | Februar | Mars | Apríl | Mai | Juni | Juli | August | September | Oktober | November | Desember |