Jump to content

Wikipedia:Mánaðargreinin/januar 2022

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Monmouth
Monmouth

Monmouth (Walisisk: Trefynwy = "býurin við Monnow") er ein býur í landssynningspartinum av Wales. Býurin liggur, har ið áirnar Monnow og Wye møtast, umleið tríggjar kilometrar frá markinum til Onglands. Býurin liggur 58 km í ein landnyrðing av Cardiff og 204 km vestan fyri London. Býurin liggur í Monmouthshire. Í 2001 búðu 8.877 fólk í Monmouth.

Í rómaratíðini lá ein borg her, sum nevndist Blestium. Eftir 1067 vaks býurin upp kring normannaraborgina, sum verður nevnd Monmouth Borgin (Monmouth Castle). Miðaldarbrúgvin á borgini, Monnow Brúgvin er tann einasta av sínum slag, ið er eftir í Stóra Bretlandi. Seinni kom borgin at hoyra til Lancaster ættina, og Henrik 5. av Onglandi bleiv føddur her í 1387. I 1536 gjørdist býurin høvuðssæti hjá fyrisitingini í Monmouthshire.

Monnow Brúgvin

Seinni gjørdist býurin ein miðdepil fyri ferðavinnu í Wye Dalinum, og harumframt eisini til ein marknaðarbý.

Søga

Útgrevstur, sum Monmouth Archaeological Society hevur staðið fyri, fram við Monnow Street, hava avdúkað eitt ríkidømi av kunning um ta elstu søguna hjá býnum. Council for British Archaeology hevur útnevnt býin sum ein av topp 10 býum í Stóra Bretlandi, sum eru verdir at vitja tá talan er um fornaldarfrøði.

Rómaratíðin

Tað fyrsta niðursetustað, ið man kennir til í Monmouth, er rómverska borgin Blestium. Henda borg var forbundin við aðrar partar av Rómararíkinum við vegum, sum førdu til teir størri býirnar Glevum og Isca Augusta. Fornfrøðingar hava funnið pottaskar og myntir í miðbýnum. Í tí seinni rómaratíðini, frá 2. øld til 4. øld, sær tað út til at býurin hevur verið miðdepil fyri jarnsmíð.

Miðøld

Monmouth Borgin

Eftir at Rómaraveldið endaði í Bretlandi, var Monmouth økið í syðra endanum av walisiska kongadøminum Ergyng (5. - 7. øld). Tað einasta prógvið fyri at fólk framhaldandi hava búð í Monmouth alla hesa tíðina er ein tekstur um eina kirkju í økinum í 7. øld. Tað er óvist hvar ið kirkjan var, men hon var í býnum, og so var hon ognað walisiska halgimenninum Cadoc. Í 1056 var økið lagt í oyði av walisiska prinsinum Gruffydd ap Llywelyn, tá hann var á veg í hernað saman við einum heri av walisum, saxonarum og dønum fyri at niðurberja Ralph, jarlin av Hereford. Edvard 2. av Onglandi sat eitt styttri tíðarskeið í fongsli í Monmouth Borgini, eftir at kona hansara, Isabella, og elskari hennara, Roger Mortimer, høvdu sett hann frá trúnuni.